Skriva út
Lagt út: 24.02.2022

Góð undirtøka fyri Horizon Europe í Løgtinginum

Løgtingið hevur í dag viðgjørt uppskot til samtyktar um sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið. Hetta er sáttmálin, sum gevur Føroyum atlimaskap í Horizon Europe.

Tingfólkini vóru vælnøgd við sáttmálauppskotið og hildu tað vera eitt spennandi uppskot. Uppskotið er ein rammusáttmáli, sum gevur Føroyum møguleika at fáa atlimaskap í fleiri ES skráum umframt Horizon Europe, m.a. Erasmus+ og Creative Europe.

Víst var á týdningin av gransking, menning og nýskapan í Føroyum og at føroyingar hava møguleika at samstarva við granskarar og fyritøkur uttanlands fyri at náa góðum og viðkomandi úrslitum. Fleiri vístu á ítøkilig granskingarøki, sum eru ment orsakað av luttøkuni í Horizon 2020 og at úrtøkan er nógv annað enn fíggjarligur stuðul.

Tað var nomið við kostnaðin av luttøkuni í Horizon 2020 (2013-2020), sum var tengd at okkara BTÚ og tí bleiv munandi hægri enn væntað. Tingfólk fegnast um nýggja leistin, har Føroyar koma at rinda fyri tað, sum vit megna at fáa stuðul til úr Horizon skipanini.

Málið var beint í uttanlandsnevndina, har granskarar og onnur, sum hava luttikið í ES samstarvinum verða boðin at greina málið neyvari. Á heimasíðuni hjá Løgtinginum stendur, at nevndarviðgerðin verður liðug 26. mars.

Tá ið Løgtingið og ES skipanin eru liðug at viðgera og samtykkja sáttmálan, verður hann undirskrivaður og Føroyar fáa atlimaskap í Horizon Europe við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2021.

Orðaskiftið verður sannlíkt tøkt á heimasíðuni hjá Løgtinginum

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.