Skriva út
Lagt út: 01.09.2008

Góð umboðan úr norðurlondum

14 norðurlendskir granskarar eru millum tey, sum longu havi fingið ERC stuðul fyri framkomnar granskarar (European Research Council Advanced Grant.

Hetta er ein nýggj skipan í rammuskráunum hjá ES, ið veitir stuðul til teir bestu granskararnar í Europa, sum arbeiða við ytstu vitanarmót. Skipanin virkar á ein ‘bottom-up’ hátt, har granskingarevnini ikki eru avrádd frammanundan.

- Tað kennist sum at hava vunnið eitt gullheiðursmerki! Men tað er ómøguligt at fremja gransking av hesum slag einsamallur, sigur Markku Kulmala, leiðari av NordForsk Nordic Centres of Excellence innan Global Change-skipanina, ið er ein av trimum finnum sum fáa fígging úr ERC.

Kappingin um at fáa stuðul úr ERC er sera høg. Innan náttúruvísindaliga og tekniska økið hevði ERC móttikið 997 umsóknir. Av hesum fingu 105 stuðul.

29. august fingu tey sum høvdu søkt um stuðul innan hug- og samfelagsvísindi eisini boð. 44 granskarar eru útvald at fáa ERC stuðul innan hetta økið.’

Enn eru eingir føroyingar ímillum tey, sum hava fingið lut í ERC stuðli.

Lesið meira um norðurlendsku stuðulsmóttakararnar

Lesið meir um ERC á Gransking.fo og á síðunum hjá ES