Skriva út
Lagt út: 02.01.2024

Góð ráð til umsøkjarar um stuðul á Jobmatch

Granskingarráðið hevði fitt av vitjanum á Jobmatch, sum var í Norðurlandahúsinum 29. desembur.

Umframt tey prátini, sum vóru umbiðin frammanundan, nýttu fleiri vitjandi høvið at steðga á við básin og práta um ymiskt.

Flestu prátini vóru um møguleikar fyri stuðli til ph.d.lestur, men eisini varð prátað meira yvirskipað um starvsmøguleikar í granskingarumhvørvinum í Føroyum og um samstarvsmøguleikar í Europa.

Annika Sølvará helt eina framløgu um aktuellu møguleikarnar fyri stuðli frá Granskingarráðnum. Framløgan sæst her

Til teirra, sum ynskja íblástur til verkætlanir og kunning um ígongdverandi verkætlanir, verður víst til Stuðulsyvirlitið hjá Granskingarráðnum. Eisini ber til at síggja útgávur frá granskarum í Føroyum á pure.fo

Mynd: Starvsfólk Granskingarráðsins - Brynhild, Maria, Annika og Dagmar.