Skriva út
Lagt út: 20.05.2021

Góð ráð til journalistar um at miðla gransking

Gransking fær alsamt meira rúmd í fjølmiðlunum, men umrøðan av gransking er ofta villeiðandi.

Tað skrivar danski netmiðilin Videnskab.dk, sum hevur drúgvar royndir við at miðla gransking til almenningin. Netmiðilin hevur nú gjørt eina vegleiðing við 11 góðum ráðum til journalistar um at miðla gransking.

- Miðling av vísindi hevur sera stóran týdning í løtuni, og vit vilja við vegleiðingini geva øðrum journalistum lut í okkara royndum í 13 ár. Vegleiðingin er ætlað sum eitt amboð, ið journalistar kunnu brúka til at miðla stóru nøgdirnar av gransking, ið kemur út, sigur Vibeke Hjortlund, ið er ábyrgdarblaðstjóri á Videnskab.dk.

Ósamsvarandi kanningar

Í vegleiðingini verður millum annað ávarað ímóti at leggja ov stóran dent á einstøk úrslit.

- Stórur munur er á, hvussu sterkar vísindaligar kanningar eru, og í fleiri førum vísa kanningar ymisk úrslit. Tað hevur stóran týdning, at journalistar eisini miðla óvissuna, ið altíð er í gransking.

- Vit síggja til dømis nærum hvønn dag, at skrásetingar um smittað og deyð av korona verða gjørd til stórtíðindir, hóast tær bert fevna um einstakar dagar. Hetta er misvísandi, tí einstakar skrásetingar siga einki um gongdina í smittuni, sigur Mikkel Gerken, ið er professari í heimspeki og granskari í vísindajournalistikki á Syddansk Universitet.

Følsk javnvág

Eitt av ráðunum í vegleiðingini hjá Videnskab.dk ávarar ímóti falskari javnvág í journalistikki um gransking. Hetta ráðið er Mikkel Gerken serliga fegin um.

- Grundreglan um altíð at hoyra báðar partar í einum máli kann vera góð, tá tað snýr seg um politiskan journalistikk. Men hon gevur onga meining í sambandi við tíðindi um gransking.

- Øll sjónarmið hava ikki eins stórt virði, tá tað snýr seg um vísindi. Um ósambæriligar útsagnir frá granskarum verða settar upp ímóti hvørjum øðrum og fáa eins stórt virði, hóast onnur útsagnin er nógv betur grundað enn hin, verða fólk ørkymlaði.  Journalistar eiga at miðla tey sjónarmið, sum vísindalig semja er um, og ikki látast sum um øll sjónarmið eru eins góð, sigur hann.

Greinin í Videnskab.dk við ráðum til journalistar um at miðla gransking kann lesast her.