Skriva út
Lagt út: 28.08.2009

Góð ferðavinna er staðbundin

Ferðamál ynskja at branda seg við tí serstaka, men nýggj ferðavinnugransking vísir, at margfeldi er týdningarmiklari.

Tey, sum arbeiða í ferðavinnuni, eru sera ágrýtin at liva upp til ynskini hjá teimum ferðandi, tá tey koma á vitjan.

Ferðavinnumálini ynskja at branda seg við tí serstaka - eitt nú við spennandi ljósinum í Skagen og H. C. Andersen í Odense. Í Føroyum eru Kirkjubømúrurin í Kirkjubø og Listaskálanum góð dømi. Men við slíkari mannagongd er vandi fyri, at ein støðug mynd verður skapt av staðnum, heldur enn eitt livandi umhvørvi. Veruleikin er ikki ein støðug mynd. Ferðavinnumálini broytast alsamt, og fleiri áhugamál eru, sum ávirka tey einstøku ferðamálini, sigur ferðavinnugranskarin Carina Ren, frá Center for Turisme, Innovation og Kultur á Syddansk Universitet.

Hon hevur hugt eftir teimum glansbíløtunum, sum ferðamálini gjarna vilja selja seg sjálvi við, fyri at kanna mekanismurnar, sum eru við til at skapa, broyta og menna ferðavinnumál.

- Tað er ikki eitt gott hugskot at taka støði í tørvinum hjá teimum ferðandi, tá eitt nýtt ferðavinnumál skal mennast, tí globalt sæð ynskja tey ferðandi tað sama. Á tann hátt er vandi fyri, at tilboð og aktivitetir verða mentir, sum ikki skilja seg frá hinum. Í staðin eigur støði at verða tikið í sjálvum staðnum og teimum søgum og tí, sum er við til at varðveita, bjóða av og broyta mentanina og samleikan á staðnum, sigur Carina við videnskab.dk

Les alla søguna her