Skriva út
Lagt út: 07.01.2009

Gáta um tosk loyst



Alheimsupphitingin førir við sær heitari høv, sum aftur ávirkar evnini hjá toski at upptaka súrevni. Toskur vil tí leita sær til kaldari havøki norðanfyri.

Í 50 ár hava granskarar arbeitt við arvafrøðiligum viðurskiftinum hjá toskastovnum í arktiskum og tempereraðum havøki.

Nú hava teir funnið útav hví teir ymisku toskastovnarnir trívast best í ymiskum hita, og kunnu samstundis greiða frá, hvussu toskurin ávirkast av veðurlagsbroytingunum.

Øivind Andersen, professari, sigur við Fiskerriforskning.no, at granskarar hava funnið genið, sum er orsøkin til at ymisku toskastovnarnir hava ymisk evni at upptaka súrevni. Við støði í víðfevnandi kanningum, er niðurstøðan, at tvinni sløg av toski eru: eitt slag sum tillagað heitan sjógv, og eitt sum er tillagað kaldan sjógv.

Frá 1977 til 2001 øktist hitin í Norðsjónum við 1,05 stigum. Granskarar vænta, at hitin í 2020 fer at økjast við millum 0,5 til 1 stigum.

Ein av stovnum, ið eru ringast fyri er toskastovnurin í Eystursjónum.
- Úrslitini hjá okkum vísa, at toskastovnurin í Eystursjónum er av slagnum, ið er tillagaður kaldan sjógv, og tí einans kann binda nøktandi nøgdir av súrevni í køldum umhvørvi. Í tann mun hitin í Eystursjónum verður hægri, fer toskastovnurin ikki at yvirliva, sigur Øivind Andersen.

Sambært Øivind Andersen, er toskastovnunum undir Føroyum, undir saman trýsti sum tann í Eystursjónum.

Les meir á www.fiskeriforskning.no