Skriva út
Lagt út: 25.03.2012

Gapminder - Professari við eini missión

Hans Rosling, professari í altjóða heilsuvísindum við Karolinska Institutet í Svøríki, helt mest hugvekjandi og undirhaldandi framløguna á IRCI ráðstevnuni í Keypmannahavn í farnu viku.

Á ráðstevnuni um altjóða samstarv um granskingarinfrakervi, var nógv tosað um innsavning og gagnnýslu av dátum. Hans Rosling vísti við síni framløgu meistarliga, hvussu umfatandi tilfar og hegni at tulka og leggja fram, kunnu ganga upp í eina hægri eind. Tað er ikki av ongum, at hann segði seg vera “edutainer”.

Framløgan var um fleri ymisk evni, sum tó hanga neyvt saman. Eitt evni var fólkavøksturin komandi árini, grundað á tøl hjá altjóða stovnum. Við tíðargrafum og talvum vísti hann, hvussu barnatalið, sum hevur vaksið ógvusliga seinastu nógvu árini, nú hevur lagt seg í eina nýggja støðuga legu. Hóast hetta fer fólkatalið í heiminum at vaksa til uml. 10 mia. fólk næstu 40 árini. Við kaffikoppum (!) vísti hann á ein einfaldan hátt, hvussu longri livialdur í Afrika og Asia fer at gera, at við komandi ættarliðunum, sum fara at liva munandi longri enn undanfarnu ættarliðini, fer at vera ein ógvusligur fólkavøkstur í hesum heimspørtunum. Sí framløgu um hetta evnið á heimasíðuni Gapminder

Eitt annað evnið, Hans Rosling tosaði um, var hugtakið menningarlond kontra íðnaðarlond. Hann vísti aftur her við tíðargrafum, hvussu tey londini, sum hava verið kallað menningarlond, støðugt hava minkað um munin til íðnaðarlondini, so tað í dag ikki gevur nakra meining at skilja ímillum lond við hesum hugtøkunum. Hann mælir til at hugtøkini vera skift út við flokking av londum, so tey verða nevnd láginntøku lond, miðalinntøku lond og háinntøku lond. Sí framløgu um hetta evnið á heimasíðuni Gapminder og kort við londunum flokkaði eftir miðal livialdri og inntøku í 2010.

Gapminder - felagsskapur við eini missión  

Hans Rosling hevur saman við øðrum sett á stovn ein almentgagnligan felagsskap við heitinum Gapminder. Endamálið er at taka lívið av mytum við faktuellari vitan. Hetta verður gjørt við at greina og leggja fram dátur, so tær eru lættar at skilja. Á heimasíðuni www.gapminder.org er ein ørgrynna av tilfari, alt er ókeypis og fólk verða beinleiðis eggjað at brúka tilfarið í undirvísing,

Vit í Granskingarráðnum halda hesa síðuna vera eitt gullnám fyri lærarar og næmingar og viðmæla øllum at kanna hesa síðuna væl. Vit senda áheitanina hjá Hans Rosling og hinum handan Gapminder víðari: “Help us cross the river of myths”.