Skriva út
Lagt út: 24.05.2022

Fyrstu orðini hjá føroyskum børnum

Grein hjá Sissal M. Rasmussen við heitinum “Faroese children’s first words” er komin út í tíðarritinum Nordic Journal of Linguistics, Cambridge University Press.

Gransking vísir á týdningin, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum, eisini í mun til aðrar partar av málsligu menningini hjá børnum til dømis setningsgerð og lesiførleikar. Úrslitini í hesi greinini byggja á dátur frá 415 føroyskum børnum í aldrinum 8 til 20 mánaðir.

Í greinini sæst, hvørji tey fyrstu orðini hjá føroyskum børnum eru og hvørji eyðkennini við hesum orðunum eru. Í greinini er ein listi við 50 teimum fyrstu orðunum, sum føroysk børn duga at siga. Greinin vísir eisini, hvussu føroysk børn læra orð samanborið við børn í londum rundan um okkum, og fyrstu orðini hjá føroyskum børnum og enskum børnum vera borðin saman.

Ein stuttur samandráttur kann lesast her Tað krevur hald at lesa alla greinina.

Sissal M. Rasmussen, ph.d. er adjunktur á Fróðskaparsetur Føroya. Hon hevur skrivað ph.d-ritgerð um máltøku hjá føroyskum børnum, arbeitt við málsligari menning og at gera tilfar ætlað børnum og teimum, sum eru um børnini.

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.