Skriva út
Lagt út: 24.06.2010

Fyrsta ES fíggingin komin undir land

Fyri fyrstu ferð er tað eydnast einum føroyskt skrásettum felagi at luttaka í 7. rammuskránni hjá ES sambært granskingarsáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Brússel fyrr í mánaðinum. Tað er føroyska felagið Bitland, sum er ein av høvuðsleikarunum í EcoFishMan verkætlanini.

“Vit hava arbeitt miðvíst við ES verkætlanum síðan 2005. Hetta er triðja verkætlanin, sum vit luttaka í innan rammuskránna hjá ES. Men hetta er fyrstu ferð, at vit luttaka sum føroyskt felag” sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitlandi.

Endamálið við EcoFishMan verkætlanini er at menna eina nýggja fiskiveiðuumsitingarskipan, eina sonevnda´Responsive Fisheries Management System”. ES hevur umbiðið hetta arbeið umvegis 7. rammuskránna sum liður í endurskoðanini av verandi fiskiveiðupolitikki.

Tað var Bitland sum í 2007 tók stig til at savna verkætlanarbólkin, sum m.a. telur granskingar- og menningarstovnar í Íslandi, Noregi, Danmark, Italia, Portugal, Spania og Onglandi. Kostnaðurin av verkætlanini er knapt 28 mió. DKK, her av rindar ES 75%. Føroyski parturin av verkætlanini er knapt 2 mió. DKK.

Tey, sum vilja frætta meira um verkætlanina og virksemi hjá Bitland í ES høpi, kunnu venda sær til Ólav Gregersen, Bitland.

Stutt um Bitland:

Bitland veitir ráðgevingartænastur innan marknaðarføring, umsiting og útvegan av fígging til nýskapan.

Harumframt rekur Bitland ein skrivstovufelagskap fyri íverksetarar og smærri fyritøkur í Havn. Síðan 2007 eru fleiri enn 25 fyritøkur byrjaðar í Bitland umhvørvinum, harav 85% framvegis eru virknar við tilsamans uml. 60 fólkum í starvi.