Skriva út
Lagt út: 04.05.2015

Fyrilestur: Altjóða granskingarsetur í Lund

Granskinagrráðið og Fróðskaparsetrið skipa fyri EURAXESS ráðstevnu 26. og 27. mai. Í hesum sambandi heldur Dr Axel Steuwer, menningarstjóri á økismenningarstovninum Invest í Skåne almennan fyrilestur við heitinum "Nýtt altjóða granskingarsetur í Lund - týdningurin fyri norðurlond". Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 26.mai, kl. 11:15.

Størstu rannsóknarstovurnar í Svøríki - MAX IV Rannsóknarstovan og European Spallation Source – verða í løtuni bygdar í Lund í Svøríki. Rannsóknarstovurnar, ið eru millum tær fremstu í heiminum innan millum annað geislavirkni, og granskarasetrini kring rannsóknarstovurnar fara at draga túsundtals vísindafólk til Lund. Nýggja granskingarumhvørvið fer at fáa stóran týdning ikki bert fyri Skåne og Svøríki, men eisini fyri norðurlond sum heild.

Tað er ókeypis atgongd til hetta tiltakið.

Les um EURAXESS her