Skriva út
Lagt út: 21.05.2017

Fyrilestur á ráðstevnu um støddfrøði og KT

Louise Meier Carlsen, adjunktur og ph.d.-lesandi, fer í næstum at luttaka við fyrilestri á ráðstevnu í Danmark um støddfrøði og KT.

Danmarks Matematiklærerforening hevur biðið Louise Meier Carlsen um at halda ein fyrilestur tann 23. mai til endaráðstevnuna fyri landsumfatandi verkætlanina »Matematik med IT«, ið er stuðlað av A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal.

Verkætlanin inndregur støddfrøðilærarar allastaðni úr Danmark, og til byrjanarráðstevnuna luttóku 450 lærarar. Louise er biðin um at siga frá sínum arbeiði við læraralesandi í Føroyum og teirra arbeiði. Hon fer m.a. at siga frá einari røð av dømum um góða undirvísing við talgildum støddfrøðiamboðum hjá føroyskum læraralesandi. Harumframt fer hon at siga frá teimum didaktisku amboðum, tey læraralesandi hava arbeitt við fyri at gera greitt, hví tey valdu og frávaldu í flokshølinum, sum tey gjørdu, og fyri at greina ætlaðu og veruligu læringina hjá næmingunum.

Louise starvast sum adjunktur í støddfrøðididaktikki á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har hon undirvísir og granskar í støddfrøðididaktikki. Louise er í løtuni í holtur við eina ph.d.-útbúgving í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Institut for naturfagenes didaktik á Københavns Universiteti. Ph.d.-verkætlanin er eisini stuðlað av Granskingargrunninum.

Skráin fyri ráðstevnuna sæst her