Skriva út
Lagt út: 13.06.2008

Fýra ph.d. verkætlanir um føroyskan sjógv og veðurlag

Nú verður lýst eftir fýra ph.d. studentum, sum skulu arbeiða við verkætlanum innan føroyskt veðurlag og føroyskan sjógv.
 
Tá danska stjórnin varð skipað við árslok 2007, stóð m.a. í samgonguskjalinum: "Regeringen vil tage initiativ til et program for klimaforskning i havstrømme omkring Færøerne med inddragelse af forskningsmiljøer med tilknytning til Nordatlanten" . Avsettar vóru 9,2 milliónir krónur á donsku fíggjarlógin til hetta endamál. Til samanberingar kann nevnast, at Granskingarráðið árliga hevur um 6 milliónir krónur til nýggjar verkætlanir. Í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna  og danska Vísindamálaráðið varð avgerð tikin um, at peningurin skuldi nýtast til ph.d. verkætlanir.
 
Hetta er eitt stórt framstig fyri føroyska gransking á hesum økinum.
- Hetta hevur ógvuliga stóran týdning fyri granskingina í Føroyum innan hav- og veðurlagsgransking. Við fýra nýggjum Ph.D. studentum hava vit økt munandi um talið á ph.d. verkætlanum, sum óivað fer at geva okkum nýggja vitan, sigur Bogi Hansen, professari og fakligir kontaktpersónur ísmb. við verkætlanirnar.
 
Ph.D. verkætlanirnar skulu snúgva seg um hesi evni:

  • Den fysiske kobling mellem det globale klima og havstrømme ved Færøerne.
  • Klimamodelscenarier for Færøerne.
  • Klima og havstrømmes indvirkning på de oceaniske økosystemer og pelagiske fiskebestande i områderne omkring Færøerne.
  • Klima og havstrømmes indvirkning på det marine økosystem på Færøshelfen.


Umsóknarfreistin er 26. september 2008, kl. 15:00 (donsk tíð).
 
Eftir ætlan byrja verkætlanirnar fyrst í komandi ári.
 
Les lýsingina á heimasíðuni hjá Forsknings- og Innovationsstyrelsen