Skriva út
Lagt út: 30.09.2018

Fult hús á Vísindavøku

Tað stóð stríður streymur av børnum og ungum oman á Vestaru Bryggju fríggjamorgunin, tá Vísindavøkan 2018 lat dyrnar upp.

Tá Wilhelm Petersen, formaður í Granskingarnevndini setti Vísindavøkuna, var nærum fullsett í Kongshøll, og tá Meinhard Eliasen løtu seinni helt dagsins fyrstu framløgu var neyðugt at seta fleiri stólar fram. Tað vóru serliga miðnámsskúlanæmingar, sum vóru komnir at hoyra framløgurnar.

Skúlanæmingar og barnagarðsbørn úr allari Havnini vóru komin til tiltøkini á svalanum, í teltinum uttanfyri og at vitja umborð á Magnus Heinasyni. Frá Havstovuni, Fiskaaling og náttúrubreytini á Glasi siga tey, at tað var sera nógv fólk allan dagin. Eisini stovnarnir á svalanum høvdu nógv vitjandi, sum royndi ymsu tilboðini.

Ein leyslig meting sigur at talið av vitjandi er væl omanfyri 1.500. Bara frá Skúlanum á Fløtum og Eysturskúlanum vóru umleið 800 næmingar tilsamans, og eisini frá øðrum skúlum vóru nógvir gestir. Fleiri miðnámsnæmingar vóru, bæði úr Vestmanna av Kambsdali og úr Marknagili.

Vit hava frætt, at á Lítla Skúla í Havn var dagsins orð Vísindi - Vísindavøka. Tað halda vit vera sera hugaligt at frætta.

Myndir frá Vísindavøkuni verða í næstum at síggja á Facebook-síðuni Vísindavøka og Instagram hjá Granskingarráðnum.

Røðan hjá Wilhelm Petersen kann lesast her