Skriva út
Lagt út: 21.09.2016

Frumevnini jørð, vatn, luft og eldur á Vísindavøkuni

Á ársins Vísindavøku verða framsýningar og tiltøk skipaði kring frumevnini jørð, vatn, luft og eld. 

Vísindavøkan verður í Perluni og Reinsarínum fríggjadagin 30. september frá kl. 8.00 - 15.00 og frá kl. 17.30 - 22.30.

Framsýningar og tiltøk verða skipaði soleiðis:

Vatn verður uttanfyri í Perlutúninum. Her fara m.a. Fiskaaling, Havstovan, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan at hava ymiskt virksemi.

Eldur og Jørð verða inni í Perluni á veghæddini. Her verða Búnaðarstovan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan at hava royndir, framsyningar, filmar, framløgur o.a.

Luft verður á ovaru hæddini í Perluni og á pallinum aftanfyri. Her verða m.a. Fróðskaparsetrið, Havstovan, Landssjúkrahúsið og Søvn Landsins. 

Á p-økinum yvirav Reinsarínum fara næmingar og lærarar at gera ymsar royndir og sýna ymiskt fram. Hetta verður í einum telti, eins og á Vísindavøkuni í 2015.

Høvi verður hjá stórum og smáum at royna ymiskt og at tosa við granskarar og onnur starvsfólk um tað, sum verður víst fram.

Øll titltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.