Skriva út
Lagt út: 13.06.2008

Fruktabæri og kemikaliur

Verður fruktabæri ávirkað av húsarhalds-kemikalium?

 

Yvir 100.000 ymiskar kemikaliur verða brúktar í húsarhaldum í ES-londum. Hesar kemikaliur eru at finna í leikum, í smyrsli og í nógvum øðrum vørum, sum hvønn dag eru partur av vanligum húsarhaldum í Europa.  

 

Higartil finst avmarkað vitan um, hvørji árin slíkar kemikaliur hava á okkara heilsu og umhvørvi. Men fyri  at fáa betri kunnleika til hendan spurning, hevur ES fíggjað eini verkætlan, hvørs endamál er at kanna, hvørji árin kemikaliu hava á fruktabærið hjá konufólki. Verkætlanin, sum fær 2,9 milliónir evrur í stuðli frá ES, hevur heitið Reproductive Effects of Environmental Chemicals in Females.

 

- Í yvir 60 ár er óttin vaksin fyri møguligum árinum av kemikalium í umhvørvinum, sum møguliga kunnu skaða menningina av gentu- og dreingjafostrum í móðurlívi. Hesar kemikaliur koma frá ymiskum keldum, bæði ídnaðarligum, handilsligum og landbúnaðarligum, sigur Dr. Paul Fowler, lektari við universitetið í Aberdeen, sum stendur fyri granskingarverkætlanini.

 

Les meira um verkætlanina her.

 

Í 2007 játtaði Granskingarráðið at stuðla verkætlanini Sædkvaliteten hos en fødselskohorte af færøske mænd og deres fædre við 1,7 mió kr. Hendan verkætlanin fer fram á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.