Súgkjaftar Fróðskaparrit
Skriva út
Lagt út: 07.03.2020

Fróðskaparrit 65-66 almannakunngjørt

Fyrstu 9 greinarnar í Fróðskaparritum 65-66 2019 vóru almannakunngjørdar 6. mars. Tær liggja á heimasíðuni fsj.um.fo og kunnu lesast uttan hald.

Tað eru fýra greinar um mál, av hesum eigur Eivind Weyhe tríggjar, sum eru um ymisk staðarnøvn og um orðini eisini, hissini og kortini. Ásgrímur Angantýsson hevur eina longri grein við málsligum samanberingum millum íslendskt og føroyskt.

Tvær greinar eru um samfelagsvísindi. Firouz Gaini hevur grein um maskulinitetsval hjá ungum kalaallit monnum og Beinta í Jákupsstovu skrivar um trý sløg av hugburði til kommunur

Tríggjar greinar eru á náttúrvísindaliga økinum. Jens-Kjeld Jensen hevur eina grein við gjøllari lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum. Leivur Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað grein um Súgkjaftar (Insecta: Hemiptera) í Føroyum. Hjørdis Haraldsdóttir Jensen og Bjørg Mikkelsen hava grein um mátingar av karnitini í tvøsti og lambskjøti.

Fleiri greinar eru á føroyskum, meðan nakrar eru á enskum og ein á donskum.

Nakrar greinar afturat eru ávegis til hetta ritið, sambært ritstjórnini.

Les meira á setur.fo/frodskapur

Mynd: Jens-Kjeld Jensen. Baraldsteka Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787)

Kelda: setur.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum