21288a8ce769bbe3f15d3355e6eab13a.jpg
Skriva út
Lagt út: 17.03.2012

Fróðskaparrit 59 komið

Forlagið Fróðskapur hevur givið út Fróðskaparrit nr. 59 Ritið hevur tíggju greinir, sum fevna um sera ymisk evni: kvæði, mál, bíbliutýðingar, bókmentir, søgu, blómur, fuglar og torvheiðar.

Tað eru sjey hugvísindaligar greinir og tríggjar náttúruvísindaligar greinir í ritinum. Poul Skårup skrivar um keldurnar til Sigmundarkvæði eldra, Marna Jacobsen  um føroyskar barnabókmentir og Bergur Rønne Moberg um "Grylen" hjá William Heinesen. Hans Andrias Sølvará hevur tvær greinir, onnur um politiska søgu fyrst í 20. øld, hin um bíbliutýðingar og bíbliutulkingar. Tvær málgreinir eru, Eivind Weyhe skrivar um mansnavnið Lagi og Jógvan í Lon Jacobsen um málsliga variatión. Anna Maria Fosaa, Olivia Danielsen og Herborg Nyholm Debess lýsa hitaávirkan á ávísa blómu, Jóhannis Danielsen um, hvussu havhestur leitar sær føði og Kevin J. Edwards, Steffen Stummann Hansen og  Gunnar Bjarnason um torvheiðar í Nólsoy.  

Tvey bókaummæli eru: Jonathan Adams ummælir bókina “Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes” og Hanus Kamban ummælir bókina “Føroysk bókmentasøga I”. Eins og í undanfarnum Fróðskaparritum verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti. Eisini er yvirlit yvir vísindalig avrik um føroysk viðurskifti hjá granskarum innan- og uttanlands (Vísindaritverk).

Ritið er 170 bls. og kostar 270 kr. í bókabúðunum. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen.

Les um Fróðskaparrit og aðrar útgávur hjá Fróðskapi á www.setur.fo/frodskapur

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum