Skriva út
Lagt út: 02.11.2017

Fróðskaparfelagið skipar fyri ráðstevnu um gransking í Føroyum

Hósdagin 16. november skipar Fróðskaparfelagið fyri ráðstevnuni Gransking í Føroyum. Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og onnur, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

Á skránni er tveir høvuðsfyrilestrar, ein røð av styttri framløgum frá føroyskum granskarum, postara sessión og røður.

Høvuðsrøðararnir eru

Lise Lotte Hansen, ph.d., lektari við Aarhus Universitet: "Identifikation af epigenetisk baserede cancer biomarkører"

og

Reid Hole, Dr. Prorektari fyri Forskning og utvikling við Nord Universitet: "Samspill i forskning"

Síðst á skránni er tiltak kallað Vísindi í verki - Matur og drekka. Her fer Leif Sørensen at hava brellbitar við, Okkara bjóðar smakkiroyndir og framløgu v/ Søren Anholt, og Føroya Bjór bjóðar smakkiroyndir

Sí alla skránna her

Ráðstevnan er ókeypis. Við atliti at mati biðja fyrireikararnir luttakarar skráseta seg við at senda teldupost til winny@setur.fo   

Les meira um ráðstevnuna her

Hvat er Fróðskaparfelagið

Fróðskaparfelagið varð stovnað í 1952,

Mið felagsins eru

1. At fremja samstarv millum fólk í Føroyum, sum takast við vísindaligt starv.

2. At upplýsa alment um vísindalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum.

3. At menna føroyskt sum vísindamál.

Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið hava í nógv ár samstarva um orðabókaarbeiði, útgávuvirksemi, almennar fyrilestrar o.tíl. Í 2005 stovnaði Fróðskaparfelagið saman við Fróðskaparsetrinum forlagið Fróðskap, sum heldur fram við útgávuvirksemi felagsins.

Sambært viðtøkum felagsins kunnu tey gerast limir, sum í verki hava víst, at tey hava granskingarførleika ella í minsta lagi hava útbúgving á masterstigi. Tann, sum søkir um limaskap, kann seta seg í samband við felagið á fff@frodskaparfelag.fo.
Eftir umsókn ella uppskoti frá limum býður nevndin teimum limaskap, sum hon metir lúka ásettu treytir.