Skriva út
Lagt út: 29.11.2022

Framsókn svarar

Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.

Framsókn svarar soleiðis:

Spurningur 1: Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
Menning er tað orðið, sum verður mest nýtt, tá um framgongd í samfelagnum ræður. Tí tað er so natúrlig hugsan, at vit skulu menna eitt og annað: heilsuverkið, útbúgvingartilfar, Fróðskaparsetrið, ymisk vinnutól, grønar orkuloysnir o.s.fr. Tó, ein fortreyt fyri ymsu menningini í samfelagnum er kanning, neyvari gransking og nýskapan, so at verulig framstig kunnu henda, og menning kann fara fram.

Tí er alneyðugt hjá einum samfelagi at hava regluliga kanning og gransking, so at nýbrot henda aftur og aftur, og menningin kann verða støðug í ymsum samfelagsgeirunum.

Gransking spælir tann leiklut í einum samfelagi, at hon leggur fram dátur og vitan, sum kunnu nýtast beinleiðis í hesum samfelagnum – samanborið við gransking, sum er gjørd í øðrum londum. Tí er tað so týdningarmikið, at vit støðugt menna gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Spurningur 2: Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Framsókn vil styrkja Fróðskaparsetur Føroya, so at enn meira gransking og fleiri granskingargrundaðar útbúgvingar kunnu mennast har. Vit vilja, at Føroyar fáa universitetssjúkrahús, og vit vilja styrkja fjøltáttaða havgransking gjøgnum Havstovuna. Harafturat vilja vit virka fyri, at enn meira vinnugransking, nýskapan og menning verður veruleiki í Føroyum bæði innan høvuðsvinnurnar og atknýttar vinnur, men eisini innan grønar orkuloysnir, matvøruframleiðslu og ymisk serføroysk viðurskifti.

Og eingin føroysk granskingarætlan uttan stórar verkætlanir fyri føroyskt mál, føroyska mentan og føroyska list. Hesi ætla vit eisini at raðfesta, tí her eru vit heilt serstøk, og hesi eru partur av eini burðardyggari mentan, sum einans vit kunnu røkja – eisini við gransking.

Spurningur 3: Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
Eitt øki, sum vit áttu at granskað og ment er reyðæti. Her eru stórir møguleikar, og vit eru komin ov stutt í hesum enn. Tað tekur tíð at menna røttu tøknina, men um vit eru miðvís, so fer tað at geva úrslit, og vit kunnu fáa eina nýggja vinnu, sum skal vera føroysk.

Vit eiga at taka støði í okkara samfelagi. Vit eiga at granska í okkara høvuðsvinnum (fiskivinnu og alivinnu) , og tað gera vit longu nakað av í dag, men her mugu vit satsa enn meira upp á allar tær vinnur, sum hava við havið at gera, har sum flestu inntøkurnar koma frá. Vinnan tekur sjálv tað tunga takið í dag, tá tað kemur til nýskapan, men tað almenna eigur at vera ein betri viðleikari, tá tað kemur til hesa gransking og ávísar verkætlanir. Og her vilja vit gera raðfestingar.

Vit eiga at leggja eina ætlan um hægri lestur í Føroyum, sum tænir vinnugransking, m.a. MA í lívfrøði, sum er týdningarmikil fyri alivinnuna, ymsa verkfrøði sum eisini er týdningarmikil fyri høvuðsvinnurnar breitt sæð. Harafturat er gransking innan løgfrøði og búskap eisini viðkomandi í hesum sambandi.

Men gransking á Fróðskaparsetrinum innan fleiri av verandi útbúgvingar- og granskingarøki skal styrkjast sum heild, bæði á Føroyamálsdeildini, Søgu-og samfelagsdeildini, Náttúruvísindadeildini, Námsvísindadeildini og Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Ein onnur týdningarmikil verkætlan, sum vit vilja arbeiða við, er universitetssjúkrahús og læknalestur, sum eisini er viðkomandi, tá um univeristetssjúkrahús og gransking innan hetta øki ræður.

Spurningur 4: Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Framsókn vil virka fyri, at ein langtíðarætlan fyri gransking, menning og nýskapan verður gjørd, har ein greiður fíggingarleistur er við. Fíggingin til gransking hevur í Føroyum enn ikki verið prístalsviðgjørd, og tað er eitt minsta krav. Men vit skulu gera meira enn tað. Vit skulu hækka almenna fígging til gransking, og so kunnu vit m.a. leita okkum íblástur úr t.d. Norra, sum hevur ein leist, har fiski- og alivinan gjalda eitt ávíst minni prosenttal av umsetninginum. Vinnan skal so saman við granskingarumhvørvinum og øðrum viðkomandi pørtum gera av, hvørjar verkætlanir eru verdar at stuðla.

Partur av ætlanini skal vera meira og tættari samstarv ímillum teir ymisku stovnar, partar og vinnu, sum arbeiða við gransking.

***

Umframt at svara spurningunum omanfyri, vórðu flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.

Tú kanst eisini royna teg her