Skriva út
Lagt út: 13.01.2021

Framløgurnar frá Vísindavøkuni á kvf.fo

Týskvøldið 12. januar 2021 sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá Vísindavøkuni 2020 í Sjónvarpinum. Komandi 15 vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku.

Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Heina í Skorini, adjunkti á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Framløgan kallast "Fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til koronu og aðrar vísindaligar spurningar."

Allar framløgurnar síggjast á evnissíðu hjá Kringvarpinum á kvf.fo

Tilfar frá Vísindavøkuni 2020 og undanfarnum tiltøkum eru á finna á netappini vísindavøka.fo