Skriva út
Lagt út: 28.10.2019

Framløgurnar frá Vísindavøku í sjónvarpinum og á netinum

Á Vísindavøkuni 20, september 2019 vóru ein røð av framløgum hildnar í Kongshøll. Evnið fyri ársins Vísindavøku var arvur. Framløgurnar snúðu seg tí allar um arv - í allar víðastu merking – frá DNA og GPS til politikk, jarðfrøði, plast og víkingagravir.

KVF tók allar framløgurnar upp. Tær fara at vera sendar í Sjónvarpinum og eru eisini tøkar á KVF.fo

Fyrsta sendingin verður send í Sjónvarpinum týskvøldið 29. oktober kl. 19.25. Tað verður við Sjúrði Hammer, granskara á Umhvørvisstovuni, sum helt eina framløgu við heitinum: "Plastið í havinum kring Føroyar - hvar endar tað?"

Øll skráin fyri framløgurnar sæst her