Skriva út
Lagt út: 27.10.2021

Framløgurnar frá Vísindavøku 2021 á kvf.fo

Týskvøldið 26. oktober sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá Vísindavøkuni 2021 í Sjónvarpinum. Komandi vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku.

Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Bjarta Thomsen, granskara á Umhvørvisstovuni. Framløgan kallast "Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?"

Allar framløgurnar síggjast á evnissíðu hjá Kringvarpinum á kvf.fo

Tilfar frá Vísindavøkuni 2021 og undanfarnum tiltøkum eru á finna á netappini vísindavøka.fo