Skriva út
Lagt út: 04.01.2022

Framløgur og kjak um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum

Granskingarráðið hevur gjørt eina frágreiðing og eftirmeting av stuðlinum úr Sjúkrakassagrunninum, sum verður løgd fram í Smæruni hósdagin 6. januar kl. 13.

Sjey ár eru liðin, síðani Granskingarráðið fekk fæið hjá Sjúkrakassagrunninum at umsita. Hesi árini hevur Granskingarráðið latið tilsamans 29,7 mió. kr. í stuðli úr Sjúkrakassagrunninum til nógvar kanningar og granskingarverkætlanir á ymiskum heilsuøkjum og í øllum landinum.

Á fundinum í Smæruni fara nøkur teirra, ið hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, at greiða frá verkætlanum sínum, og pallborðskjak verður um stuðul til at menna heilsuøkið við umboðum fyri Sjúkrakassagrunnin, Mentamálaráðið, Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið.

Fundurin verður fyri innbodnum orsakað av koronustøðuni, men hann verður stroymdur, so til ber hjá øllum at fylgja við.  

Leinkja til stroymingina er her.

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.