Skriva út
Lagt út: 11.10.2022

Framløgur frá Vísindavøkuni tøkar

19 granskarar hildu framløgur á Vísindavøkuni í Løkshøll tann 23. september. Í døgunum undan sjálvari Vísindavøkuni vóru eisini tiltøk kring landið, har tilsamans 15 framløgur vórðu hildnar.

Framløgurnar frá Vísindavøkuni og Vísindavøkuni á ferð kunnu síggjast undir Tilfeingi - Vísindavøka 2022. Har er eisini nógv annað tilfar frá Vísindavøkuni.

Framløgur og annað frá Vísindavøkuni 2022 er eisini at síggja á visindavoka.fo.

Framløgurnar, ið vórðu hildnar í Løkshøll, verða í næstum eisini sendar í Kringvarpi Føroya.

Meira enn túsund børn og ung vitjaðu í Løkshøll tann 23. september, tá Vísindavøkan fyri fyrstu ferð varð hildin uttan fyri Havnina. Umfram tey nógvu, ið vitjaðu í Løkshøll, vóru yvir 500, sum fylgdu við stroymingini av framløgum.

Eisini Vísindavøkan á ferð var væl vitjað. Umleið hálvtannaðhundrað fólk nýttu høvi at hoyra fyrilestrar hjá granskarum um alskyns evni.