Skriva út
Lagt út: 20.01.2012

Framløgur frá kunningarfundi um stuðulsmøguleikar

Hósdagin 19. januar var kunningarfundur um møguleikar fyri stuðli til gransking, menning og nýskapan. Gott 60 fólk vóru á fundinum, sum var í høllini hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25.

Fundurin byrjaði við 5 framløgum frá umboðum fyri Granskingarráðið, Vinnuframa, Fiskivinnuroyndir, Nora og NPP. Aftaná høvdu fólk møguleikan at spyrja umboðini meira ítøkliga um ymsar møguleikar og treytir.

Framløgurnar frá fundinum:

Annika Sølvará, stjóri: Framløga Granskingargrunnurin

Guðrið Andorsdóttir, stýrislimur: Framløga Vinnuframi

Jákup Mørkøre, samskipari: Framløga Fiskivinnuroyndir

Lars Thostrup, stjóri, og Jákup Sørensen, verkætlanarsamskipari: Framløga Nora og NPP

Annika Sølvará var eisini í morgunsendingini í Útvarpinum morgun og greiddi frá um møguleikar fyri stuðli úr Granskingargrunninum. Innslagið kann hoyrast her.