Skriva út
Lagt út: 04.12.2017

Framløgur frá kunningarferð

Í døgunum 28.-30. november skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundum kring landið. Fundirnir vóru á Kambsdali, í Havn og í Vági.

Kunnað varð um møguleikar fyri stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir og møguleikar hjá vinnuni fyri stuðli frá Horizon 2020.

Framløgurnar frá fundunum kunnnu takast niður her:

Stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir

Stuðul til vinnuna í Horizon 2020

Vinnuvitjanir
Í næstum fara umboð fyri Granskingarráðið at seta seg í samband við fyritøkur við tilboði um at koma á vitjan at kunna um aktuellar stuðulsmøguleikar og at tosa um karmar fyri vinnugransking í Føroyum. Til ber eisini hjá fyritøkum at venda sær til Granskingarráðið  og biðja um fund, um áhugi er fyri tí.