Skriva út
Lagt út: 17.11.2022

Framløgurnar frá Vísindavøku 2022 á kvf.fo

Týskvøldið 1. november sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá Vísindavøkuni 2022 í KVF. Komandi vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku.

Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Snorra Paturssyni frá Fólkaheilsuráðnum. Framløgan kallast Kostrák í Føroyum seinastu tretivu árini

Allar framløgurnar síggjast á evnissíðu hjá Kringvarpinum á kvf.fo

Tilfar frá Vísindavøkuni 2022 og undanfarnum tiltøkum eru á finna á vísindavøka.fo