Skriva út
Lagt út: 26.10.2016

Framløgur frá Vísindavøkuni 2016

Nógvar, spennandi og fjølbroyttar framløgur vóru á Reinsarínum á Vísindavøkuni. Fyrrapartin vóru níggju framløgur um alt frá burðardyggari seyðahaldi til økokritikk í skaldskapi, frá genetikki til grøna elframleiðslu. Seint seinnapartin vóru sjey framløgur um sera ymisk evni við Pokémon GO sum reyðum tráði. Hesar vóru í PechaKucha stíli.

Til framløgurnar fyrrapart vóru nógv miðnámsskúlalesandi, seinnapartin vóru áhoyrararnir meira blandaðir.

Kundi tú hugsað tær at hugt aftur at onkrum av framløgunum, sum tú vart til? Ella vart tú so óheppin, at tað ikki lukkaðist at hoyra tað, sum var á skránni? Tað eru ráð fyri tí, tí framløgurnar síggjast her. Eisini framløgur frá undanfarnum Vísindavøkum eru at finna á gransking.fo

Nógvar myndir frá Vísindavøkuni eru at síggja á okkara Facebook síðu