Skriva út
Lagt út: 09.09.2010

Frálærutilfar á videnskab.dk


Danski vísindaportalurin, videnskab.dk, sum hevur til endamáls at kunna almenningin um gransking og granskingarúrslit, hevur nú tikið stig til eina serstaka sektión við tilfari, sum er egnað til frálæru í eldru flokkunum í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum.

Á undervisning.videnskab.dk, eru greinarnar býttar í fakøki og hava greinirnar eisini uppskot til víðari lesnað.

Í fyrstu atløgu eru greinarnar ætlaðar miðnámsskúlanæmingum, men portalurin verður alsamt útbygdur og hugsanin er, at tilfar eisini verður til eldru flokkarnar í fólkaskúlunum sum tíðin gongur. Tað er danski undirvísindarportalurin, EMU, sum í samstarvi við videnskab.dk hevur evnað frálærusektiónina.

Vitja síðuna her
Føroysku portalurin snar.fo hevur eisini nógv tilfar í samband við skúlaskap.