Skriva út
Lagt út: 02.02.2018

Frágreiðing um Horizon 2020

Eftirmetingin, sum ES Kommissiónin hevur latið gjørt um Horizon 2020, er givin út sum bóklingur: ”Horizon 2020 in full swing”.

Sambært frágreiðingini ber til at staðfesta, at skráin Horizon 2020 hevur eydnast væl higartil. Horizon 2020 er á rættari kós, fyri at náa málunum um at kveikja dygdargóða gransking, menna ídnaðarleiðslu og loysa avbjóðingarnar í samfelagnum.

Frágreiðingin gevur eitt skjótt yvirlit yvir týdningarmestu úrslitini higartil og eisini verða luttøka og luttøkuúrslitini í londunum sett upp móti hvørjum øðrum.

Eitt aðalmál hjá ES Kommissiónini hevur verið at gera skipanina einfaldari, og eisini her eru mál rokkin. Tað er serliga miðaltíðin frá tí, at til ber at søkja og til avtala um stuðul er undirskrivað, sum er stytt munandi.

Eisini vísir kanningin, at góðskan á umsóknunum er góð og at alsamt fleiri umsóknir verða mettar stuðulsverdar av óheftum metarum.

Hesi trý árini vísa stórar møguleikar í Evropa fyri framúrskarandi gransking og menning og eisini, hvussu hesin parturin kann hava veruliga ávirkan á samfelagsbúskapin.

Les alla frágreiðingina her