Skriva út
Lagt út: 19.04.2021

Frágreiðing: Hvussu hevur korona ávirkað privatu miðlarnar?

Norðurlendskir miðlagranskarar hava skrivað nýggja frágreiðing um, hvussu korona hevur ávirkað privatu miðlarnar í Norðurlondum. Heini í Skorini og Rógvi Olavson á Fróðskaparsetri Føroya hava skrivað partin um Føroyar. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur bílagt frágreiðingina, sum verður løgd fram á einum almennum netfundi hósdagin 22. apríl kl. 12 føroyska tíð.

Øll kunnu melda seg til talgilda tiltakið á hesi leinkjuni

Farsóttin hevur ávirkað miðlarnar á ymiskan hátt, og niðurstøðurnar eru bæði daprar og bjartar og peika ymsar vegir. Nakrar av niðurstøðunum í frágreiðingini eru soljóðandi:

Privatu miðlarnir hava mist nógvar lýsingarinntøkur sum avleiðing av korona

  • Í kappingini um lýsingarpengar hava globalir tøknirisar sum Google og Facebook styrkt enn meiri um sína støðu yvir fyri nationalu miðlunum

  • Eftirspurningurin eftir professionellum journalistikki er samstundis vaksin munandi undir korona

  • Eftirspurningurin eftir siðbundnu, privatu miðlunum og almennum Public Service-miðlum er øktur munandi

  • Hugurin at rinda fyri journalistikk á netinum er vaksin munandi undir korona

  • Ongantíð áður hava privatu miðlarnir fingið so stóran almennan stuðul sum undir korona

  • Hóast farsóttin hevur verið ein stór avbjóðing orsakað av minkandi lýsingarinntøkum, so kann farsóttin eisini slóða fyri nýggjum og meiri burðardyggum business-modellum

Farsóttin hevur ikki verið nøkur eintýdd uppliving fyri føroysku miðlarnar. Summir miðlar hava verið noyddir at repa seglini, skerja útgávur og minka um starvsfólkahópin, men aðrir miðlar siga frá vøkstri. Teir privatu miðlarnir tykjast tó at hóra undan, men ónøgdin er eisini stór. Ætlaðu broytingarnar í mun til føroyskan miðlastuðul elva til ónøgd, og øktu útreiðslurnar í sambandi við blaðútbering vekja eisini ónøgd.

Øll frágreiðingin kann lesast her