Skriva út
Lagt út: 07.05.2010

Frá Ph.D. við Newcastle University til lektarastarv á DTU


Bogi Bech Jensen vardi 11. mars 2010 Ph.D.arbeiðið sítt við School of Electrical, Electronis and Computer Engineering, Newcastle University. Heiti á verkætlanini var “Investigation of Toroidally Wound Induction Machines”. Prof. Alan Jack hevur verið vegleiðari..

Bogi Bech Jensen hevur síðani á heysti 2009 verið í starvi sum lektari á Institut for Elektroteknologi við DTU.

Granskingargrunnurin hevur stuðlað hesi Ph.D.verkætlanini.  
Les meira um Boga Bech Jensen í Heilagrunninum.