Skriva út
Lagt út: 07.01.2009

Frá kunning til vitan, frá vitan til vísdóm - broytingar og avbjóðingar innan hægri útbúgving


5. til 7. november 2009 verður ein altjóða vísindalig ráðstevna í Stokkhólmi, sum fer at viðgera broytingar og avbjóðingarnar sum hægru útbúgvingarnar standa í.

Enska heitið á stevnuni er: From Information to Knowledge; from Knowledge to Wisdom: Challenges and changes facing higher education in the digital age

Ein týðandi ábyrgd hjá hægri lærustovnum er, at leiða lesturin hjá næminginum soleiðis, at næmingurin er førur fyri at umbroyta kunning til meiningsfull og djúp vitanarnetverk. Næmingarnir skulu ogna sær førleikar, sannføringar og áskoðanir, ið ger tey før fyri at nýta vitan á ein gagnligan, ábyrgdarfullan og nýskapandi hátt, sum er merktur av vísdómi.

Hvørjar eru avleiðingarnar av ovurhonds stóru nøgdini av kunning, sum vit møta dagliga? Og hvør er leiklutin hjá vísindi í vitanar- og lærisamfelagnum í framtíðini?

Hesar spurningar fara innbodnir granskarar at viðgera undir hesum yvirskriftum:

  • Kunning – vitan – vísdómur-ketan: ymisk sjónarmið
  • Framtíðin hjá hægri útbúgvingarstovnum
  • Avleiðingar fyri frálæru og læru í hægri útbúgvingum
  • Broytandi leikluturin hjá vísindi í samfelagnum

Les meir her
Tak niður skrá her