Skriva út
Lagt út: 19.05.2011

FP7 vitjan úr Ísrael

Seinastu dagarnar hava vit í Granskingarráðnum havt vitjan av Smadar Hirsh úr Ísrael, sum er leiðari fyri FP7 eindirnar People og Socio-Economic Sciences and Humanities í Ísrael. Hon er komin higar at kunna okkum um ymsu royndirnar hjá teimum við FP7 og leggja okkum lag á, hvussu vit best kunnu gagnnýta møguleikarnar í People skránni.

Granskarar kunnu umvegis People fáa granskingarstyrk til at búgva og arbeiða í øðrum londum. Mett verður at hendan skipanin er lutfalsliga løtt at fáa stuðul úr, samanborið við aðrar FP7 skipanir, har nógvir partar skulu samskipast og samstarva. Stuðul frá People kann bæði brúkast til at fáa aðrar granskarar til Føroyar og til føroyskar granskarar at fara uttanlands í eina tíð, í flestu førum millum eitt og trý ár

Les meira um People skránna her.

Eru tit áhugaði í at royna at fáa granskarar til Føroya umvegis People, ella hava tit kanska sjálvi hug at royna at fara aðrastaðni, eru tit væl komin at seta tykkum í samband við John D. Olsen, NCP-samskipara á john@gransking.fo ella á telefon 567802.