Skriva út
Lagt út: 16.11.2010

FP7: kunningar- og kjakfundur


Hósdagin, 9. desember frá kl. 14.00 til 16.00 skipar Granskingarráðið fyri einum kunningar- og kjakfundi um FP7 á Havstovuni

Endamálið við fundinum er at lýsa People skránna og at finna útav, hvussu vit á besta hátt kunnu gagnnýta møguleikarnar í FP7. Tey nýggju parttíðar NCP-umboðini fara eisini at presentera seg sjálvi og teirra ábyrgdarøki.

Ein framløga veður um serskránna People. Endamálið við hesi skránni er at fáa teir bestu granskararnar í heiminum til at virka í Europa við flytføri- og umbýtisskipanum. Eitt nú verður lýst, hvussu bæði útlendskir og føroyskir granskarar, sum hava arbeitt uttanlands, kunnu koma til Føroyar at arbeiða og hvussu granskarar, ið hava arbeitt í Føroyum, kunnu fara til onnur lond at menna sína yrkisleið.

Eftir framløguna verður lagt upp til kjak, m.a. við hesum spurningunum:
- Hvørji øki eru mest áhugaverd fyri tykkara stovn/umhvørvið í løtuni?
- Hvørjar forðingar sær G&M umhvørvið fyri at luttaka í FP7?
- Hvussu leggja vit arbeiðið til rættis fyri at gagnnýta skipanina best?
- Hvat ynskir G&M umhvørvið av NCP-skipanini?

Skrá (fyribils):
1. Vælkomin og lýsing av status í FP7 – Nýggju NCP-umboðini presentera seg sjálvi
2. People/Marie Curie framløga
3. Kjak við luttakararnar – við kunning frá stovnunum um verandi og ætlaðar umsóknir
4. Tikið verður samanum

Stutt um People:
Serskráin People veitir granskarum stuðul til lívslanga læring og menning av yrkisleið innan øll granskingarøki. Endamálið við skránni er at stuðla útbúgving av fleiri og betri granskarum við at eggja ungum fólki til at velja sær eina yrkisleið sum granskari, at eggja europeiskum granskarum til at búgva og virka í Europa, og at fáa granskarar úr øllum heiminum at koma til Europa at virka sum granskarar.

Virksemið og tilboðini í People eru fyri granskarar á øllum stigum í yrkisleiðini, bæði innan privata og almenna gransking, frá teirri fyrstu venjingini til lívslanga læring og yrkisliga menning.