Skriva út
Lagt út: 30.11.2009

FP7: Altjóða skiftisskipan fyri granskarar


Kommissiónin lýsir nú eftir umsóknum innan Marie Curie International Research Staff Exchange Scheme (IRSES). Útboðið er partur av People arbeiðsætlanini fyri 2010.

IRSES miðar ímóti at styrkja granskingarsamstarv við starvsfólka-skiftisskipanum og netverks virksemi millum europeiskar granskingarstovnar og stovnar frá londum, sum hava eina vísinda- og tøkniliga avtalu, ella eru í gongd við at samráðingar við ES og lond, ið eru fevnd av europeiska granna politikkinum.

IRSES skipanin er ætlað at birta og halda við líka langtíðar granskingarsamstarv ígjøgnum felags skipanir, ið fevna um starvsfólka-skiftisskipanir.

Umleið € 30 mió. eru tøkar til hetta útboðið.

Umsóknarfreist er: 25. mars 2010, kl. 17:00 í Brússell.
Les meir her