Skriva út
Lagt út: 15.04.2008

Føroyskur granskari loyst vinnuliga áhugaverda gátu

Tíðarritið Ingenøren skrivar í útgávu síni 14. mars, at Hilmar Kjartansson Danielsen, granskari á DTU, hevur loyst gátuna um Z-fasu í kraftverksstáli. Hann hevur í síni Ph.D. ritgerð staðfest, at tann sokallaða Z-fasan, har krom, vanadium og nitrogen klumpast, er orsøkin til at stállegeringar ikki tola trýst yvir langa tíð frá dampi, sum er 650 stig.

Hetta er ein trupulleiki, sum hevur nógv at siga fyri elverk kring allan heim. Tey vilja fegin hava hitan longri upp fyri at økja um virkisførið, men higartil hevur hetta ikki borið til. Stálið brýtur saman, tá hitin fer upp um 600 stig.

Úrslitini hjá Hilmari K. Danielsen eru almannakunngjørd í Ph.D.-verkætlanini "Z-phase in 9-12%Cr Steels" í januar 2008. Hann er síðani boðin at leggja síni granskingarúrslit fram bæði í Evropa og USA.

Hilmar K. Danielsen heldur fram við síni gransking í post.doc.starvi DTU Mekanikk.

Myndin er av Hilmari K. Danielsen og fyrrverandi vegleiðara hansara John Hald á eini ráðstevnu í Belgia fyri 2 árum síðani, har Hilmar fekk prísin fyri besta avrik. 

Les alla greinina í Ingenøren

Les um Hilmar K. Danielsen