Skriva út
Lagt út: 26.11.2017

Føroyskt íkast í umfatandi útgávu um havrættarspurningar

Bjørn Kunoy hevur skrivað eina av greinunum í nýggjari, umfatandi vísindabók um havrætt, sum er útgivin av franska forlagnum Pedone, undir leiðslu av Alain Pellet, Mathias Forteau og Jean Marc Thouvenin. Teir eru professarar í lóg í Université Paris X Nanterre.

Tað eru greinar frá 60 leiðandi serfrøðingum í altjóðarætti úr ymiskum londum í bókini, sum er 1322 síður og hevur til endamáls at greina út í æsir allar samtíðar spurningar um havrætt. Bókin nevnist ”Traité de droit international de la mer”.

Greinin hjá Bjørn nevnist ”Zone Économique Exclusive”. Hon er ein altjóðarættarlig greining av rættarligum viðurskiftum, ið gera seg galdandi í búskaparøkinum, t.e. sjóøkið sum er frá 12 fjórðingum og út til 200 fjórðingar frá grundlinjunum, her uppií hvørji rættindi og skyldir, onnur enn fiskivinnurelateraði, strandalond hava í sjóøkinum frá 12 og út til 200 fjórðingar.

Meira sæst um bókina her

Mynd: Nordlysid.fo