Skriva út
Lagt út: 11.08.2016

Føroyskar kanningar av PFCum geva afturljóð uttanlands

Kanningar, ið eru gjørdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu verða í hesum døgum umrøddar í útlendskum miðlum. Grundin er, at granskarar á Harvard Universitetinum halda seg hava ávíst, at drekkivatn í USA er dálkað við PFCum (perfluorinated compounds). Í hesum sambandi verða tvær greinar, sum eru grundaðar á gransking framd í Føroyum, nevndar fyri at vísa á, hvussu vandamikil hesi evni eru.

Tann fyrsta greinin hevur heitið “Serum Vaccine Antibody Concentrations in Adolescents Exposed to Perfluorinated Compounds” og kann lesast her. Hon er um 656 børn, sum vórðu fødd 1997 til 2000. Tá tey vóru fimm ára gomul, vóru máld ymisk dálkandi evni í blóðinum hjá teimum og tá tey vóru sjey ára gomul, vóru andevnini fyri barnavaccinatiónirnar máld. Tað vísti seg at vera eitt týðiligt samband millum evnabólkarnar PCB og PFC og andevnini, soleiðis at skilja, at hesi dálkingarevni tálmaðu andevnisgerðina í kroppinum. Hetta kann fatast sum um, at immunskipanin hjá børnum varð tálmað. Tað var tí sera áhugavert at kanna, um hetta negativa árin helt sær, tá børnini blivu eldri. Í nýggju greinin verður víst á, at hetta negativa samband hevði hildið sær, tá tey vórðu kannað av nýggjum sum 13 ára gomul.

Tað er ikki greitt, um tað hevur heilsuligar avleiðingar við sær, men tað er av størsta týdningi, at okkara immunskipan virkar væl. Ólag á hesa skipan kann hava við sær nógv ymisk sjúkufyribrigdi so sum ovurviðkvæmi, men eisini autoimmunar sjúkur so sum bruna í tarmunum og mangar aðrar sjúkur.

Hin greinin hevur heitið: “Shorter duration of breastfeeding at elevated exposures to perfluoroalkyl substances” og kann lesast her.  Tað er phd-studenturin Amalie Timmermann, sum er fyrsti høvundi á hesi grein. Greinin sigur frá, at tá nøgdin av fluorevnum í blóðinum hjá 1130 føroyskum barnakonum verður samanhildin við, hvussu leingi tær góvu bróst, so sæst ein negativur samanhangur. Í miðal góvu mammur bróst í 9 mánaðir – 5 mánaðir bara bróstamjólk. granskarar funnu, at hvørja ferð eitt evni, sum verður stytt PFOS, bleiv dupult so høgt í blóðinum hjá mammunum, styttist teirra bróstagevingarskeið við 1,4 mánað og fyri fluorevnið PFOA var sama tal ein hálvur mánaður. Hesin samanhangur sást bæði hjá teimum, sum høvdu átt eina ferð og fleiri ferðir.

Granskararnir vita ikki, hvussu hesin samanhangur skal forklárast. Tað er tó greitt, at hesin evnabólkur kann ávirka hormonskipanir í kroppinum, so tað er møguliga eisini grundin til henda samanhang, sum greinin sigur frá.

Bróstamjólk er góð fyri børn, men hóast WHO mælir til, at børn fáa bara bróstamjólk fyrsta hálva árið, so eru tað bert 38 % av heimsins børnum, sum fáa tað. Manglandi evni hjá mammum at geva bróst, kann hava mangar grundir, men at dálkingarevni sum hesi fluorevni eisini kunnu vera viðvirkandi, vistu granskararnir ikki.

Tað skal sigast, at nøgdin av hesum evnum í føroyskum mammum, ikki er hægri enn tað, sum verður funnið í øðrum londum, men hin vegin vita granskararnir eisini, at ein kelda til hesi evni er at finna í grindini.

Úr einum fyribyrgingarsjónarhorni er tað týdningarmikið, at avmarka útlátið av hesum evnum og at minka um markvirðini í t.d. drekkivatni.

Úrslitini í greinunum byggja á fleiri verkætlanir á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, m.a. á nakrar, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.