Skriva út
Lagt út: 29.08.2019

Føroyska KT vinnan kann mennast av talgildingini

Keegan McBride hevur skrivað grein frá granskingarferð í Føroyum á heysti 2018. Hann vitjaði tá TAKS, Gjaldstovuna og Talgildu Føroyar.

Talgildu Føroyar er verkætlan, sum í tíðarskeiðinum 2015-2020 stendur á odda fyri almennu talgildingini í Føroyum. Landsstýrið metir, at talgilding fer at lækka almennu útreiðslurnar, minka um skrivstovuveldið, gera almenna geiran effektivari og geva borgarunum størri innlit og vald á egin viðurskifti. 

Endamálið við greinini er í fyrra lagi at siga frá gongdini við arbeiðinum at talgilda Føroyar, og í øðrum lagi verður hugt eftir grundgevingum og vánum hjá ymsu áhugabólkunum, ið hava staðið á odda við at talgilda í Føroyar.

Granskingin byggir á ítøkiligar eygleiðingar (Inductive method) og er í høvuðsheitum grundað á 23 opnar samrøður, gjørdar gjøgnum tríggjar vikur, umframt almenn skjøl og innanhýsis frágreiðingar frá landsmyndugleikunum.

Greinin gevur ein samandrátt av størstu forðingunum fyri talgilding í Føroyum og kemur til ta niðurstøðu, at talgildingin neyvan fer at hava sparingar við sær, men at møguleiki er fyri øðrum ítøkiligum vinningi so sum menning av føroysku KT vinnuni.

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum ‘Island Studies Journal’ og kallast ‘Sailing towards digitalization when it doesn’t make cents? Analysing the Faroe Islands’ new digital governance trajectory’. Greinin kann frítt lesast her

Keegan McBride er junior granskari í Information Systems Group of Tallin og ph.d. lesandi á Ragnar Nukse deildini fyri Nýskapan og Leiðslu á Tekniska Háskúlanum í Tallin í Estlandi. Keegan granskar nógv í frítt atkomuligum almennum dátum open data, samskapan, smáum tjóðum, e-government og tulkandi vísindum.

Mynd: talgildu.fo