Skriva út
Lagt út: 02.08.2010

Føroysk ES-gransking í Marine Policy


Granskingarúrslit frá EU-verkætlanini PRONE (Precautionary risk methodology in fisheries), sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning var partur av, eru nú givin út í grein í vísindaliga tíðarritinum Marine Policy. Dennis Holm, Bogi Mortensen og Jógvan Mørkøre á Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning tóku lut í PRONE verkætlanini saman við granskarum úr Íslandi, Finnlandi, Onglandi, Grikkalandi og Spaniu.

Greinin í Marine Policy er ein samanbering av hvørjar hóttanir fiskimenn í Føroyum, Íslandi, Stóra Bretlandi og Grikkalandi meta verða fyri fiskivinnuna í teirra landi. Í teimum fýra londunum verður fiskivinnan umsiting á ymiskan hátt frá reinum kvotaskipanum, til eina blanding av kvota- og dagaskipan, til fiskidagaskipanina, sum vit hava í Føroyum.

Í øllum fýra londum vísa fiskimenn á, at vánalig umsiting av fiskivinnunier ein hóttan fyri fiskivinnuna. Men tað er tó ein munir á hugsanunum hjá fiskimonnum í teimum ymisku londunum, serliga tá hugt verður eftir, hvør skipan fiskivinnan verður umsitin eftir. Úrslitini í kanningunum benda á, at fiskimenn, sum virka undir kvota skipanum, í størri mun enn fiskimenn, sum virka undir t.d. fiskidagaskipan, vísa á, at vánaliga umsiting av fiskivinnuni er ein hóttan fyri vinnuna.
Í eini samanbering millum fiskimenn, sum virka undir dagaskipan og fiskimenn, sum virka undir kvotaskipanum, vísir kanningin, at fiskimenn, sum virka undir dagaskipanunum, eru meiri varugir við hvørja ávirkan fiskivinnan hevur á náttúruna og hvussu broytingar í náttúruni kunnu gerast ein hóttan fyri vinnuna, enn fiskimenn, sum virka undir t.d. kvotaskipanum. Hinvegin síggja fiskimenn, sum virka undir kvotaskipanum, í størri mun enn fiskimenn undir dagaskipanum, vaksandi kostnaðir sum ein hóttan fyri vinnuna.
Áhugavert er, at hóast fiskiskapur er ein tann vandamiklasta vinnan at virka í, so vísa fiskimenn í lítlan mun á at vandamikla arbeiðsumhvørvi er ein hóttan fyri vinnuna.

Um verkætlanina
Hesin parturin av PRONE verkætlanini fevndi um samrøður við fólk við tilknýtið til fiskivinnuna. Í Føroyum vórðu samrøður gjørdar við fiskimenn, bæði við trolarum, línuskipum, snellubátum og útróðrarbátum, fiskifrøðingar, umboð fyri fiskimannafelagið, reiðarafelagið, og fiskivinnuumsitingina.

Um greinina í Marine Policy

Greinin eitur “Risk identification and perception in the fisheries sector: Comparisons between the Faroes, Greece, Iceland and UK”. Høvundar eru Diana Tingley, Jóhann Ásmundsson, Edward Borodzicz, Alexis Conides, Ben Drakeford, Ingi Rúnar Eðvarðsson, Dennis Holm, Kostas Kapiris, Sakari Kuikka, Bogi Mortensen. Greinin er tøk á : http://www.sciencedirect.com/science/journal/0308597X, í løtuni undir Articles in Press.