Skriva út
Lagt út: 19.05.2014

Føroysk aligransking í Australia

Ráðstevnan International Symposium on Fish Nutrition and Feeding – ISFNF – verður frá 25. til 30. mai í Cairns í Australia. Á ráðstevnuni fara granskarar og serfrøðingar frá almennum stovnum og vinnuni m.a. at umrøða tað nýggjastu vitanina um alifóður.

Rúni Weihe, ph.d.lesandi og granskingar & menningarleiðari á Havsbrún, verður við á ráðstevnuni við tveimum postarum við úrslitum av sínari gransking í alifóðri.

Hetta er 16. ISFNF ráðstevnan , sum er tann størsta vísindaliga ráðstevnan av sínum slag og verður hildin annaðhvørt ár.

Verkætlanin hjá Rúna Weihe verður lutvíst stuðlað úr Granskingargrunnium. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Postararnir kunnu síggjast her:

High protein diets for post-smolt Atlantic salmon (Salmo salar L.) improves biological performance

The lowest feed price is not a precursor for relative low feed cost – A demonstration of feed cost evolvement throughout a post-smolt Atlantic salmon (Salmo salar L.) production