Skriva út
Lagt út: 23.08.2018

Føroyingar við til at staðfesta, at fótbóltur er heilivágur

Í farnu viku kom eitt supplementum út í tíðarritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports, sum hevur dygt íkast úr Føroyum. Av teimum átta greinum eru tríggjar greinir, har alt arbeiðið er gjørt í Føroyum. Hesar greinir eru allar partar av ph.d.-verkætlanini hjá May-Britt Skoradal.

‘Football is Medicine’ er nýggj undirgrein undir ‘Exercise is Medicine’ konceptinum og í januar í ár varð fyrsta altjóða ráðstevnan um evnið hildin í Portugal. Har var Fróðskaparsetrið umboðað bæði við keynote fyrilestri og við styttri framløgum. Næsta ráðstevnan verður í Odense í januar 2019. Arbeitt verður fyri at fáa ráðstevnuna til Føroyar á vári 2020.

Hetta er evnið, sum er nógv frammi í løtuni, og tí er væntandi, at áhugin fyri útgávuni er stórur. Fyri 2 mánaðum síðani gav danska Sundhedsstyrelsen, sum eisini er heilsumyndugleiki í Føroyum, út langa frágreiðing, har tey staðfesta, at vísindalig vissa er fyri, at 28 av 31 av teimum stóra fólkasjúkunum í størri mun eiga at verða viðgjørdar við kropsligari venjing. Hetta hava granskarar á økinum mett og gjørt vart við í áratíggju, men staðfestingin hjá Sundhedsstyrelsen vísir, at vegleiðingar eru ávegis til viðgerð av sjúkum sum diabetes, hjarta-kar, beinbroyskni, krabba, angist, nervafrøði o.s.fr.

Í USA er ‘Exercise as Medicine’ hugtakið nú á veg inn á allar heilsuútbúgvingar - medisin, sjúkrarøktarfrøði, sálarfrøði. Føroysku granskararnir eru vísir í, at hetta eisini kemur at henda hjá okkum og verður ein partur av framtíðini hjá okkara heilsuverki. Teir fegnast tí um, at vit vísindaliga og verkliga eru væl ílatin á økinum í Føroyum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir granskarar eiga avgerandi leiklut í supplementumum í góðum altjóða vísindaligum tíðarritum. Granskararnir, sum eiga lut í hesum greinunum, eru May-Britt Skoradal, Poula Patursson, Hildigunn Steinhólm, Maria Hammer Olsen, Pál Weihe, Jann Mortensen, Elisabeth Purkhús og Magni Mohr.

Allar føroysku greinirnar eru givnar út undir Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, tað eru starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, Deplinum fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, og Fróðskaparsetrinum, sum eru saman um arbeiðið.

Til ber at fáa meira at vita um greinirnar við at seta seg í samband við Magna Mohr, dekan

Kunning um útgávuna við filmsbrotum sæst her