Skriva út
Lagt út: 12.11.2012

Føroyar við í EURAXESS netverkinum

Granskingarráðið hevur fingið játtað umleið 900.000 kr. frá ES til eina verkætlan, sum skal gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða.

Talan er um at byggja upp eina EURAXESS tænastu í Føroyum, sum verður partur av netverki við umleið 200 sentrum í 38 londum. Tænastan skal vera eitt amboð við viðkomandi upplýsingum hjá granskarum, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska.

Lýst verður í hesum døgum eftir einum fólki, sum skal taka sær av at byggja upp føroysku EURAXESS tænastuna. Uppgávan verður at savna inn neyðuga vitan, at gera eina hondbók og ein internetportal og saman við øðrum at skipa fyri upplæring og kunning.

Um EURAXESS
EURAXESS er eitt netverk av tænastuveitarum í Europa, hvørs høvuðsmál er at stimbra til flytføri hjá granskarum. Hetta verður m.a. gjørt við at veita tænastu til granskarar, sum flyta frá einum landi til eitt annað. Talan kann verða ráðgeving um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land.

Ein annar partur av tænastunum er at stýra einum portali – EURAXESS Jobs. Har ber til at finna leys størv, sum granskingarstovnar í Europa lýsa við. Møguleiki er at leita eftir størvum innan eitt ávíst granskingarevni. Tað ber eisini til at leita eftir størvum innan landafrøðilig øki. Á EURAXESS Jobs skulu øll leys størv, sum verða fíggjað ígjøgnum FP7, lýsast leys. Føroyskir stovnar og virkir fara eisini at kunna lýsa síni størv her og røkka hvørjum króki í Evropa uttan kostnað.

Við at brúka hendan møguleikan ber til at røkka skikkaðar altjóða umsøkjarar, samstundis sum føroysk gransking og føroyskir stovnar verða sjónligari í Evropa.

Aðrir partar av EURAXESS eru:
EURAXESS Services
EURAXESS Rights
EURAXESS Links

Til ber at lesa meira um EURAXESS netverkið her

Sí starvslýsingina her – umsóknarfreistin er 2. desember.