Skriva út
Lagt út: 17.11.2009

Fornfrøði: Óðin á hásætinum

Fyri fyrstu ferð er funnin ein figurur, sum myndar Óðin, saman við ravnunum Hugin og Munin, sitandi á hásætinum. Tað var amatørfornfrøðingurin, Tommy Olesen, sum dagliga arbeiðir sum lækni, sum tann 2. september fann tann einans tveir sentimetrar lítla figurin, tætt við Roskilde.

Mett verður, at fundið er einastandandi, og vil óivað vekja áhugan hjá serfrøðingum og søgufrøðingum um allan heimin, skrivar JP.

Hóast figururin einans er tveir sentimetrar, so er hann fullur av smáum detaljum.

Figururin var fyrstu ferð sýndur fram alment á Roskilde Museum fríggjadagin í síðstu viku. Til avdúkingina segði savnsvørðurin Frank Birkebæk, at tað einans hendir eina ella tvær ferðir í lívinum, at ein upplivir eitt so einastandandi fund, við so framúrskarandi listarligum dygdum.

- Í tí eg sá figurin, visti eg, at vit stóðu við eini sensatión. Tað finnist heilt einfalt ikki nakar figurur av Óðini, sum situr á trúnuni ella hásætinum, sum tað eitur á víkingamáli. Tað er Óðin sum ráðandi og ikki sum ein hermaður, vit síggja her. Og harvið verður tað staðfest, sum stendur í sagnunum um Óðin. Her er prógvið. Tað er fantastiskt, verður Tom Christensen, savnsfólk, endurgivin fyri at siga í JP.dk

Eftir øllum á døma, so er figururin frá umleið ár 900 – sum er í víkingatíðini.


MYND: Roskilde Museum.