Skriva út
Lagt út: 06.12.2011

Forlag bað um at sleppa at geva út doktararitgerð

Tað er ikki altíð, at granskingarúrslit í eitt nú doktararitgerðum verða útgivin í bók. Seliga innan heilsu og náttúruvísindi er vanligt, at ritgerðir verða prentaðar í fáum eintøkum í sambandi við doktaraverju og annars eru tøkar í pdf á internetinum.

Hetta var eisini galdandi fyri doktararitgerðina hjá Hóraldi Joensen, lektara á Náttúruvísindadeildini, sum vardi sína dr.scient. ritgerð við Bergens universitet í 2002. Ritgerðin var tá givin út færri enn 100 eintøkum.

Herfyri vendi forlagið LAP LAMBERT Academic Publishing sær til Hórald og spurdi, um tey kundu sleppa at geva ritgerðina út í bók. Tey vóru komin fram á hana á einum bókasavni í Norra og mettu hana vera so áhugaverda, at hon átti at verið útgivin. Hetta helt Hóraldur sjálvandi vera gamaní og nú er bókin so tøk, m.a. til keyps á Amazon.