Skriva út
Lagt út: 28.09.2022

Forkanningar um hagtøl tøkar

Leingi hevur verið sóknast eftir hagtølum um gransking, menning og nýskapan (GMN) í Føroyum. Endamálini við hagtølunum eru fleirfaldað. Til dømis er tað eitt krav fyri lond, ið vilja luttaka í altjóða GMN-verkætlanum, at tey hava álítandi hagtøl á økinum. Hagtøl eru eisini neyðug fyri at kunna samanbera, hvussu vit klára okkum í kappingini við onnur lond og soleiðis staðfesta lutfalsliga støðið í Føroyum, umframt at hagtøl eru neyðug sum avgerðargrundarlag her heima fyri at kunna stýra okkara GMN-virksemi miðvíst ímóti ynskiligum úrslitum.

Millum uppgávurnar hjá ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan er álagt teimum at seta mál fyri GMN í Føroyum, sum eisini er vanligt, serliga á politiskum stigi aðrastaðni. Til lógina, sum skipaði ráðið, verður tó viðmerkt, at hetta ikki er lætt at gera í Føroyum, tí okkum vantar hagtøl fyri luttøku og íløgur í GMN.

Við lógini varð tí lagt upp til, at hagtøl skuldu fáast til vegar, og Granskingarráðið fekk økta arbeiðsmegi til endamálið. Øll tilgongdin hevur verið í tøttum samstarvi við Hagstovu Føroya, og í februar 2022 varð farið undir ítøkiligar forkanningar av, hvat krevst fyri at menna hagtølini.

Menningin og framleiðslan av hesum hagtølum verður eftir ætlan skipað á Hagstovu Føroya. Kostnaðarætlanin vísir, at umframt øktu arbeiðsmegina frá Granskingarráðnum, ið er fingin til vegar, skal Hagstova Føroya hava 190 tkr. árliga, um menningarverkæltanin skal byrja.

Í samsvari við altjóða leiðreglur varð arbeiðið býtt í tvey, t.e. ein forkanning varð gjørd um innsavning av gransking- og menningarhagtølum (G&M) og ein um innsavning av nýskapanarhagtølum.

Arbeiðið var liðugt fyrr í hesum mánaðinum og forkanningarnar vórðu lagdar fram fyri Mentamálaráðið 22. september. Næsta stig verður at menna spurnabløð og innsavningarskipan, og vónandi verður klárt at fara undir sjálva innsavningina í 2023.

Forkanningin um G&M-hagtøl kann lesast her.

Forkanningin um nýskapanarhagtøl kann lesast her.