Skriva út
Lagt út: 06.01.2011

Foreldrum nýtast ikki at óttast alnetið

Nýggj ph.d gransking innan netvinarløg hjá 12 til 18 ára gomlum ger upp við ringastu óttarnar hjá foreldrum. Sum heild eru børn og ung sera ábyrgdarsom, tá tey ferðast á alnetinum.

Kelda Videnskab.dk

Hóast foreldur stúra yvir hvat børn teirra takast við á alnetinum, vísir nýggj gransking, at børn eru ábyrgdarsom í teirra tykisliga (virtual) lívið. Tað skrivar dr.dk.

»Onkur teirra sigur seg hava funnið sín besta vin á alnetinum. Ein genta sigur enntá, at tað besta við hennara alnetsvinkonu er, at hon als ikki hevur hitt hana í veruleikanum. – Tú kanst fáa vinskapir, sum tú annars ikki hevði havt møguleika til áður,« sigur Malene Charlotte Larsen frá Institut for Kommunikation ved Aalborg Universitet, sum hevur skrivað ph.d. ritgerð um alnetsvinskap hjá børnum og ungum.

Somu hugtøk um vinarlag
Í 5 ár hevur hon fylgt einum bólki av vonum alnetsbrúkarum í aldrinum 12 – 18 ár. Sambært henni er vinarlagshugtøkini ikki broytt hóast innrás av alnetsvinum.
»Tá man spyr tey ungu vilja tey helst hittast andlit til andlits og vera saman. Men tey sosialu netverkini virka sum ískoyti til tann fysiska tørvin,« sigur Malene Charlotte Larsen.
»Ein hevur lyndi til at halda, at tað sita nógvir ungdómar úti á kømrunum og gerast sosialt avskorin. Men tíðin tey nýta á Facebook og Messenger gongur ikki útyvir tíðina tey annars høvdu verið saman við øðrum ungum. Harafturímóti verður tíðin tey nýta á Facebook og Messenger tikin frá sjónvarpinum, ella hyggja tey eftir sjónvarpi samstundis sum tey eru á Facebook og Messenger.,« leggur hon aftrat.

Barnalokkarar
Ofta stúra foreldrini fyri, at teirra børn enda í klórnum á barnalokkarum á alnetinum, men sambært Malene Charlotte Madsen er hetta ein vandi, sum børnini eru sera greið yvir.
»Tey eru greið yvir, at tað sita vaksin og lata sum um, tey eru ung. Tey hava nógvar mátar at kanna hvønnannan fyri at staðfesta, um tey eisini eru ung, « sigur hon.
Hon sigur eisini, at foreldur skulu ikki stúra, tá børn teirra knappliga standa til at vera gift við sínum vinum á Facebook ella brúka sterk orð sum “elski teg”. Hesi orð verða bert nýtt til at undirstrika, hvørjir av alnetsvinunum, tey eru best við.