Skriva út
Lagt út: 17.08.2023

Forboð móti at brenna koranir ger ikki heimin tryggari

Heini í Skorini hevur seinastu vikurnar verið sera nógv at síggja í útlendskum miðlum. Hann hevur luttikið sum serfrøðingur í sambandi við kjakið í kjalarvørrinum av koranbrenningunum í Danmark og Svøríki.

Í Deadline á DR2 sunnukvøldið varð spurt, um koranbrenningar er religiónskritikkur ella islamofobi. Heini í Skorini segði, at hann ikki heldur heimin gerast eitt tryggari stað, um tað verður sett forboð móti at brenna koranir í Danmark.

Deadline sendingin kann síggjast her

Slóðir til tilfar, sum er opið at lesa:

Samrøða við Zetland her

Samrøða við Kontrast her

Poddvarpið Kampen om historien her

Eisini hava greinar og samrøður verið í Sydsvenskan, Weekendavisen, Frihedsbrevet og aðra staðni.

Heini í Skorini er ph.d. og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur í fleiri ár granskað mørkini fyri talufrælsi. Nær verður frí tala til haturstalu? Í hvønn mun skulu religiøsir minnilutar verjast ímóti kritikki, satiru og niðrandi útsagnum? Og hvat skal altjóða lóggáva siga um hesar spurningar?

Hann hevur skrivað bókina "Kampen om ytringsfriheden. Religion, politik og global værdikamp", sum kom út á Gads Forlag í apríl 2023 og fekk sera góða móttøku. Sí her

Í 2022 góvu Jacob Mchangama, Heini Skorini & Mathias Meier út grein, sum kallast "Hate Speech, Holy Prophets, and Human Rights: The Struggle for Free Speech from 1945–2021". Hon kann lesast her

Í 2019 kom bók hjá honum út á forlagnum Routledge við heitinum: "Free Speech, Religion and the United Nations. The Political Struggle to Define International Free Speech Norms". Les um hana her

Hendan bókin byggir á ph.d.-verkætlanina hjá Heina í Skorini, sum Granskinagrráðið stuðlaði.