Fólk, sum hava haft COVID-19 fyri ári síðan, hava framvegis andevni
Heilt nýggj føroysk úrslit vísa, at tey, sum høvdu korona í fyrstu bylgju, framvegis hava andevnir 12 mánaðir eftir sjúku. Hetta boðar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu frá.
Úrslitini vísa, at andevnismongdin (IgG) lækkar mest teir fyrstu 7 mánaðirnar fyri síðan at verða meira støðug fram til 12 mánaðir.
Nú eru meira enn eitt ár liðið, síðan Føroyar hevði sín fyrsta tilburð av COVID-19. Heilt frá byrjan hava granskarar fylt teimum, sum hava haft korona, m.a. við at kanna, um tey hava andevnir. Flest teirra hava latið tríggjar blóðroyndir, ávikavist 3, 7 og 12 mánaðir (fyrsta bylgja) og 1, 3 og 7 mánaðir eftir sjúku (seinni bylgjur).
Hesi úrslit eru heilt nýggj, eisini í altjóða høpi, tí vit hava enn ikki sæð aðrar kanningar um andevnir eitt heilt ár eftir sjúku. Tey føroysku úrslitini eru nú send til altjóða tíðarrit til almannakunngering.
Granskararnir rokna við, at hesi fólk, sum hava haft koronasmittuna, framvegis eru vard móti endursmittu, men hvussu sterk verjan er, ber illa til at siga longu nú.
Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan og Fróðskaparsetur Føroya. Hon er fíggjað av Felagnum Nótaskip og Sp/f Krúnborg og Borgartún, meðan innsavnan av blóðroyndum er fíggjað av tí serliga COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum og Novo Nordisk Fonden. Andevniskanningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Ríkissjúkrahúsinum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Mariu Skaalum Petersen, granskara, á tlf. 216695
Yvirlit yvir allar COVID-19 verkætlanir í Føroyum sæst her